Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Faldarar frá Krabbameinsfelagnum
    • Faldarar frá Kræftens Bekæmpelse
    • Hjálparbólkar
    • Seinfylgjur
    • Fimleikur - Firvaldar
    • Krabbameinsambulatoriið á Landssjúkrahúsinum
    • Í viðgerð uttanlanda?
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • HPV-koppseting
    • Fyribyrgjandi kanning fyri lívmóðurhálskrabba
    • Mammografi screening
    • Sólráð
    • Legg av at roykja
    • Krabbameinsætlanin
  • Stuðla
    • Stuðla
    • Plakatir
    • 62°N vinna
    • Spyr.fo
    • Nethandil
    • Jarðarferð
  • Um felagið
    • Virkið felag í nærum 40 ár
    • Búmerkið
    • Viðtøkur felagsins
    • Nevndin
    • Stuðul til felagið
    • Ársfrágreiðing
    • Hagtøl fyri krabbameinstilburðir í Føroyum árini 1995-2017
    • Starvsfólk
    • Gransking
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Hospice tilmæli
    • Limaskapir
  • Grannakaffi
    • Tilmelding

Fyribyrging

  • Sjey tekin at geva sær far um
  • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
  • HPV-koppseting
  • Fyribyrgjandi kanning fyri lívmóðurhálskrabba
  • Mammografi screening
  • Sólráð
    • Børn og sól
    • Solarium
    • Solarium hagtøl
    • Faldari frá Kræftens Bekæmpelse
  • Legg av at roykja
  • Krabbameinsætlanin

Vit taka minni sól

Seinasta kanningin, sum Gallup hevur gjørt fyri Krabbameinsfelagið um solarium nýtslu er frá september 2013. Gallup  hevur kannað solariumnýtsluna hjá føroyingum í 2007, 2010, 2011 og  aftur í 2013. Kanningarnar vísa, at í tíðarskeiðinum 2007 – 2013 er talið av teimum, sum siga seg taka solariumsól minka úr 18% niður í 10%.

 

Kanningin vísir, at tað framvegis eru tey ungu, sum taka mest sól, og er talið framvegis sera høgt. Sambært Gallup kanningini frá 2013 søgdu 24% av ungum í aldrinum 15 – 24 ár, at tey tóku sól.

 

Kanningarnar vísa, at tess eldri fólk eru, tess færri siga seg at taka solariumsól.

 

Talið av kvinnum og monnum, sum siga seg taka solariuml er fallið í tíðarskeiðinum 2007 – 2013. Í 2007 søgdu 27% av kvinnunum, at tær tóku solarium, og í 2013 var talið fallið til 14%. Í 2007 søgdu 11% av monnunum, at teir tóku solarium, og fall hetta til 6% í 2013.

 

Sambært kanningunum eru tað meira enn tvífalt so nógvar kvinnur enn menn, sum siga seg taka solarium.

 

Títtleikin minkaður

At fegnast um er at talið á teimum, sum áður hava sagt seg taka solarium 2-5 ferðir um vikuna ella eina ferð um vikuna eru minkað niður í 0. Í 2007 søgdu ávíkavist 7 og 16 % seg taka við hesum títtleika. Í seinastu kanningingi sigur bert 1 % seg taka solarium 14. hvønn dag, meðan restin av teimum, sum taka sól, siga seg gera tað 1 ferð um mánaðin ella 1 ferð um hálvárið.

 

Ein solariumvitjan um mánaðin økir vandan

Vit vita, at húðin hjá børnum og ungum er serliga viðkvom fyri uv-strálum, sum eru í solarium og sól. Greining hjá IARC

( Altjóða granskingardepil fyri krabbamein)  hevur ta niðurstøðu,  at nýtsla av solarium áðrenn 35 ára aldur økir vandan fyri móðurmerkjakrabba við 75 %.

Heimsheilsufelagsskapurin WHO hevur flokkaði nýtslu av solarium í sama vandabólk sum millum annað tubbaksroyking og asbest. Seinastu árini hava fleiri lond samtykt at seta aldursmark á 18 ár fyri nýtslu av solarium, meðan fleiri arbeiða við hesum sama. Eisini fitnessstøðir og enntá onkur fitness-keta hava av sínum eintingum tikið avleiðingina av boðskapinum hjá WHO, og bjóða ikki longur sínum brúkarum solariuviðgerð – tí teir meta hetta vera í andsøgn við teirra image um heilsu.

 

Eins og onnur krabbameinsfeløg hevur føroyska krabbameinsfelagið í nógv ár mælt til 18 ára aldursmark, og at solarium  skulu verða mannað, fyri at halda hetta forboð. Hetta tí at tað er prógvað, at nýtsla av solarium økir markant um vandan fyri húðkrabbameini og lívshættisligum móðurmerkjakrabbameini. Húðin verður ávirkað av skaðiligu ultraviolettu strálunum, sum er í sól og solarium. Talið av tilburðum av báðum sløgum hava verið nógv vaksandi seinastu árini – serstakliga millum ungar kvinnur, sum eru tær, ið eru fúsastar at leggja seg undir bláu ljósrørini. At fegnast um í spildurnýggju gallupkanningini er, at bólkurin av teim 15-24 ára gomlu, ið taka sól, er meiri enn hálveraður - úr 47% niður í 21%.

 

Fagnar 18 ára aldursmarki

Krabbameinsfelagið mælir frá at nýta solarium, og fegnast tí í fyrra lagi um, at solariumnýtsan sum heild ikki tykist vera vaksandi. Í øðrum lagi fegnast felagið um, at landsstýrismaðurin í heilsumálum  lagt fram lógaruppskot um 18 ára aldursmark fyri at nýta solarium og at hetta varð samtykt í mai mánað í 2015

 

Móðurmerkjakrabbamein er eitt álvarsligt vandamál í øllum Norðurlondum, og tey flestu hava longu 18 ára aldursmark. Við hesi lóg verður nú stig tikið til at verja børn og ung undir 18 ár. Hetta er eisini eitt greitt og týdningarmikið signalvirði til eitt nú foreldur.

 

Uppskotið er tó samtykt í skerdari uppgávu, sum merkir, at tað framvegis verður loyvt almennum stovnum, so sum svimjihallum, at selja solariumsól.

 

- Hetta halda vit vera spell. Tað er undranarvert, at alment riknar svimjihallir, sum annars liva av at selja góða heilsu, eisini sleppa at bjóða eina vøru, sum sjálvt í smáum mongdum er prógvað at vera vandamikil. Men tað týdningarmesta er tó, at svimjihallir framyvir hava skyldu at hava eftirlit við aldursmarkinum.

 

Samtykta solariumlógin tekur ikki støðu til ómannaðar sólstøðir. Upprunaliga var annars ætlanin, at ómannaðar sólstøðir skuldu bannast, tí tá er ógjørligt at hava eftirlit við aldursmarkinum. Hetta kravið var ikki við í uppskotinum hesaferð. Tað vil siga, at einki forðar ungfólki undir 18 ár at leggja seg undir solariumsól á ómannaðum sólstøðum. So kann verða spurt, um vandamálið við at ung og børn taka solariumsól við hesi lógini verður mett at vera loyst:

 

- Tá talan er um til dømis tubbak ella rúsdekka, har vit eisini hava 18 ára aldursmark fyri at verja tey ungu, ber ikki til at selja í automatum. Tí tá er ógjørligt at hava eftirlit við keyparanum. Tað sama ger seg galdandi við solariumsól. Hetta meta vit vera ein veikleika við lógini. Sjálvandi er tað ein sigur, at vit hava fingið formligt aldursmark, og tað er eitt týðandi signalvirði í tí, tí hetta ger tað greitt fyri millum onnur foreldur, at tað veruliga er ein vandi í solarium

 

- í verandi løtu meta vit lógina vera eitt fet rætta vegin. Aldursmarkið er eisini galdandi í ómannaðum sólstøðum, tó at har er torført at hava eftirlit. Hetta er triðju ferð, at uppskot er lagt fyri tingið, og  eftir øllum at døma er hetta so langt sum politiska skipanin er sinnað at fara. Vit meta sum so ikki, at vandamálið við solariumsóldyrkarum undir 18 ár er loyst. Vit fara at fylgja við gongdini, og virka fyri at minka um talið á teimum sum fáa húð- og móðurmerkjakrabbamein.

 

Tilburðir fækkaðir

Samstundis sum solariunýtslan er minkað, eru eisini skrásettir tilburðir av móðurmerkjakrabbameini minkað seinastu trý árini. Kurvan hevur annars verið vaksandi í fleiri ár. Skal hetta gerast ein verulig sólskinssøga, er tó neyðugt við áhaldandi kunning um hvussu vit skilabest njóta sólina og at vit ikki fara í solarium. Eitt lógarsett aldursmark ger tað ikki einsamalt, men hetta er eitt greitt signal bæði til tey ungu og teirra foreldur.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim