Ringur matarlystur
Økja um orku- og proteinmongdina
Tá tú hevur ringan matarlyst, etur tú ofta lítið. Vel tí orkuríkan mat og smáar máltíðir, ið hava nógva orku og nógv protein.
Orkuríkar matvørur eru t.d. smør, margarin, majones, rómi, kakur og aðrar vørur, ið hava feitt í sær.
Umráðandi er at økja um orku- og proteinmongdina, uttan at økja um nøgdina av mati. Proteinríkur matur er t.d. fiskur, kjøt, ostur, mjólk, nøtur, linsur, turkaðar bønur og ertrar.
Á myndini eru 2-3 súpiskeiðir av súrróma rørdar saman við eini eggjablommu og 2 teskeiðum av sukri. Stroy frísk ella fryst ber, í hesum føri bromber, yvir hesa orkubumbu. Talerkurin kann verða settur undir grillina í ovninum í 2-3 min., so verður desertin enn leskiligari.
Orka og proteinir
Tú kanst lata smør, róma, súrróma ella feitan ost útí, tá tú matger. Tað gevur eyka orku. Eisini kannst tú nýta turrmjólk, ið gevur væl av proteinum. Nógvar dessertir eru orkuríkar, t.d. karamel-, vanilju- og sjokolátabudingur, sitrónfromasja, ostakaka við jarðberjum og pannukøkur.
Í kjøti eru nógv eggjahvítaevni. Kjøt kann gerast til á ymiskan hátt.
Á myndini sært tú ein litríkan ovnsrætt, har kjøtið (t.d. lambskjøt), leykur, tomatir, gularøtur og epli verða sett í ovnin í 1 1/2 tíma við 200 gr.C.
Kjøtið og grønmetið eru fyrst smurd við olju, og síðan verður salt, pipar og timian stroytt útyvir og umleið 3 dl av vatni stoytt niðuryvir.
Protein- og orkudrykkir
Um tú ikki orkar at eta nóg nógv, kanst tú velja orkuríkar drykkir millum máltíðirnar, t.d. heitt kakao, milkshake, søtmjólk, djús, sodavatn og øl.
Á apotekinum ber til at keypa protein- og orkuríkar drykkir. Proteinríkt pulvur (Atpro), sum kann rørast út í vatn ella mjólk, er eisini ein møguleiki. Maltodextrin (fæst á apotekinum) er vælegnað at blanda uppí minni orkuríkar drykkir, suppur og annan mat. Nýt eisini eyka róma, sukur, smør og egg. Fyri at økja um matarlystin kanst tú drekka eitt lítið glas av djúsi, buljong ella víni umleið 20 min. áðrenn máltíðina. Tosað við læknan fyri at staðfesta, um rúsdrekka gevur trupulleikar í samband við ta viðgerð tú fært.
Tveir litrar av vætu um dagin
Kroppurin skal hava í minsta lagi 2 litrar av vætu dagliga. Drekk tað, tær dámar best, helst drykkir við nógvari føðslu í. Ein føðsluríkur og freistandi »milkshake« kann eisini vera litfagur, og tað ger eisini matarlystin betri.
Um tú sveittar nógv, ella hevur leyst lív, krevur tú meiri vætu. Fá tær tað, tær dámar best at drekka og helst drykkir, ið eru orkuríkir. Frukt- og grønmetisdrykkir, ymiskir mjólkaúrdráttir og sjokulátadrykkir eru bæði heilsugevandi og góðir.
Gang tær ein túr
Matarlysturin verður betri, tá tú hevur gingið ein lítlan túr. Ber ikki til at fara út, kann gangast innandura. Liggur tú í seingini, royn so at lyfta og benda beinini upp á skift. Tú kanst eisini standa og halda tær í seingina, meðan tú lyftir knøini ella bendir tey.
Uppskriftin, tá matarlysturin er ringur:
• Drekk ivaleyst, umleið 2 litrar um dagin.
• Drekk protein- og orkuríkar drykkir.
• Et tá tú følir teg best upplagdan.
• Royn altíð at eta eitt sindur.
• Et protein- og orkuríkan mat.
• Ger tær protein- og orkuríkar millummáltíðir.
• Borðreið hugnaliga.
• Fá tær fríska luft.