Børn og sorg - hvussu vit hjálpa børnum, sum syrgja
Krabbameinsfelagið skipaði í døgunum 26. - 29. september fyri stórum tiltakið um børn og sorg. Yvir fýra dagar varð skipað fyri almennum fyrilestri og undirvísing um hvussu vit kunnu hjálpa børnum, sum syrgja. Áleið 1000 fólk luttóku og afturmeldingarnar hava verið framúr góðar. Eisini varð undirvísingin í Norðurlandahúsinum týsdagin 27. september bandað og liggur nú tøk á heimasíðuni hjá Krabbameinsfelagnum, til fría nýtslu hjá skúlum, stovnum og øðrum, ið kunnu hava áhuga í hesari undirvísing.
Tiltakið eru liður í støðuga arbeiðinum hjá Krabbameinsfelagnum at varpa ljós á børn og sorg og tilbúgving. Børnini sluppu eisini til orðanna í filmum sum Krabbameinsfelagið hevur gjørt til høvi. Talan er um tríggjar filmar við føroyskum børnum, har børnini siga frá um teirra uppliving við sjúku og deyða og um hvørja hjálp tey fingu og koma við ráðum um hvat var gott og hvat kundi verið betur.
Filmarnir við børnunum síggjast her.
Hvørt ár uppliva fleiri børn, at foreldur, systkin ella onnur av teirra nærmastu gerast álvarsliga sjúk ella doyggja. Tá ið álvarslig sjúka ella deyði rakar, kemur nógvur ótti og ótryggleiki inn í lívið hjá teim avvarðandi, eisini hjá børnunum.
Børn hava ein serligan tørv, tá ið foreldur, systkin ella onnur av teirra nærmastu gerast álvarsliga sjúk ella doyggja. Tað er týðandi, at tað verður handlað skjótt og væl, tí seinárin av sorg kunnu geva børnunum fleiri trupulleikar at dragast við.
Ein stórur partur av gerandisdegnum hjá børnunum er í barnagarði ella skúla, og starvsfólkini á hesum stovnum kunnu gera stóran mun og skapa eitt dygdargott trygdarnet fyri børnini.
Endamálið við skeiðnum var tí at styrkja førleikarnar hjá starvsfólkunum at fáa eyga á sorgarmynstur og atburð hjá børnum, ið eru rakt av sorg, soleiðis at tey kunnu traðka til og veita hjálp beinanvegin. Skeiðini eru ein liður í einari tilgongd, har miðað verður eftir, at allir skúlar, barnagarðar og stovnar, ið varða av børnum, hava eina sorgartilbúgving.
Skeiðsleiðari var Per Bøge, barna- og ungdómsleiðari í Kræftens Bekæmpelse í Danmark. Otto Gram, lærari á Tvøroyrar skúla, og Mirjam Johannesen, leiðari fyri dagstovnin Sólareygað í Tórshavn.
Framløgan hjá Per Bøge kann takast niður sum PDF her.