Innbjóðing frá Prostatabólkinum
Á skránni er ein drekkamunnur, umframt at Harriet M. Gordonsdóttir og Lív Skoubou, sjúkrarøktarfrøðingar, ið starvast í urologiðini á B3, greiða frá teirra arbeiði. Høvi verður eisini at seta spurningar.
Allir menn, sum hava ella hava havt prostatakrabba, eru hjartaliga vælkomir. Ring á telefon 317959 ella send okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo og boða frá luttøku innan mikudagin 27. apríl kl. 15.00.