Bragdið handar Krabbameinsfelagnum innkomna stuðulin frá gongu½maraton
Bragdið handar Krabbameinsfelagnum innkomna stuðulin frá gongu½maraton
Aftur í ár hava umboð fyri Bragdið verið á vitjan á Krabbameinsfelagnum og handa felagnum gávukekk í samband við Atlantic Airways Tórshavn Marathon, sum var tann 2. juni í ár.
Bragdið og Krabbameinsfelagið samstarva um gangi ½ marathon, sum er ein partur av Tórshavn Marathon.
Av tilmeldingargjaldinum til gongu½marathon, fara kr. 100,- til Krabbameinsfelagið. Tó ber væl til at lata meira, um ein ynskir tað og somuleiðis kunnu øll tey, sum renna hálvt ella heilt marathon, eisini lata eitt oyra í stuðuli.
Vit eru bæði rørd og glað um, at áhugin at lata peningaligan stuðul, er so stórur. Í ár varð samlaði innkomni stuðulin kr. 18.950,-.
Krabbameinsfelagið takkar fyri sera gott samstarv og vit gleða okkum til Atlantic Airways Tórshavn Marathon tann 7.juni 2020.