Útferð í Kallsoynni
Útferð í Kallsoynni
Kristi himmalferðadag var Foreldrabólkinum hjá Krabbameinsfelagnum útferð í Kallsoynni. Familjurnar vóru á Trøllanesi, har onkur gekk út á Kallin og í Mikladali og heilsaðu uppá Kópakonuna. Eftir hetta varð farið til Húsar har tey høvdu eina hugnaløtu, áðrenn tey settu kósina heim aftur.
Foreldrabólkurin er ein sjálvhjálparbólkur hjá Krabbameinsfelagnum. Endamálið er at stuðla og ráðgeva foreldrum hvørs barn hevur ella hevur havt krabbamein og foreldrum, ið hava mist barn av krabbameini.
Bólkurin leggur dent á hugna, nærveru og at vera saman við øðrum, sum eiga eitt barn við krabbameini, ella hava mist eitt barn, og sum kenna til ta sorg og máttloysi, tað ber í sær.
Formaðurin í bólkinum tekur stig til fundir og hugnaløtur. Limirnir í bólkinum fáa innbjóðing við brævi ella telduposti. Tað er ókeypis at verða limur í bólkinum.
Ynskir tú at gerast limur í bólkinum ella hevur tú spurningar til tilboðini hjá Krabbameinsfelagnum kanst tú seta teg í samband við okkum við at ringja 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo