Lip- og lymfødembólkurin skipar fyri hugnaløtu 23. mai kl. 19.00
Kom til hugnaløtu hjá Lip- og lymfødembólkinum
Hevur tú lipødem ella lymfødem? Hóskvøldið 23. mai verður hugnaløta hjá Lip- og lymfødembólkinum hjá Krabbameinsfelagnum. Anne Lisa Davidsen og Eyðbjørg Djurhuus hava verið í Danmark á Workshop hjá DALYFO, tær siga frá um nýggjastu vitan og viðgerð innan lip- og lymfødem. Eisini verður nevndarval og ein drekkamunnur á skránni.
Hugnaløtan verður hósdagin 23. mai 2019 kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, á Grønlandsvegnum 58 í Havn.
Vinaliga boða frá luttøku á kmf@krabbamein.fo ella á telefon 317959, innan mikudagin 22. mai kl. 12.00, so vit vita hvussu nógv vit skulu gera drekkamunn til.
Vinaliga
Eyðbjørg Djurhuus, forkvinna í Lip- og lymfødembólkinum