Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Faldarar frá Krabbameinsfelagnum
    • Faldarar frá Kræftens Bekæmpelse
    • Hjálparbólkar
    • Seinfylgjur
    • Fimleikur - Firvaldar
    • Krabbameinsambulatoriið á Landssjúkrahúsinum
    • Í viðgerð uttanlanda?
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • HPV-koppseting
    • Fyribyrgjandi kanning fyri lívmóðurhálskrabba
    • Mammografi screening
    • Sólráð
    • Legg av at roykja
    • Krabbameinsætlanin
  • Stuðla
    • Stuðla
    • Plakatir
    • 62°N vinna
    • Spyr.fo
    • Nethandil
    • Jarðarferð
  • Um felagið
    • Virkið felag í nærum 40 ár
    • Búmerkið
    • Viðtøkur felagsins
    • Nevndin
    • Stuðul til felagið
    • Ársfrágreiðing
    • Hagtøl fyri krabbameinstilburðir í Føroyum árini 1995-2017
    • Starvsfólk
    • Gransking
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Hospice tilmæli
    • Limaskapir
  • Grannakaffi
    • Tilmelding

Heim

04-02-2019 14:48:00

Set kross í álmanakkan 26. oktober!


26. oktober í ár verður tiltakið ‘Føroyar móti krabba’. Hetta er aðru ferð at skipað verður fyri tiltakinum, sum seinast var í 2009.

Í dag er altjóða krabbameinsdagur. Dagurin gevur okkum høvi at gera vart við krabbamein, so stóra málið kann verða rokkið: at skapa eina framtíð, har einki krabbamein er.

 

Á hvørjum ári eru fleiri enn 200 fólk í Føroyum, sum fáa boðini ‘Tú hevur krabbamein’. Nógv fáa tíbetur heilsubót, men alt ov nógv doyggja. Fyri at bøta um hesi tølini, er ógvuliga týðandi at fáa meiri at vita. At granska í krabbameini. Eisini í Føroyum.

 

Krabbameinsfelagið veitur stuðul at granska í krabbameini. Felagið hevur stuðlað verkætlanum, sum eru lidnar og stuðlar eisini granskingarverkætlanum, sum arbeitt verður við í løtuni. Eisini vita vit, at granskingarverkætlanir eru á veg. Tað ber eisini til at søkja granskingarstuðul frá Team Rynkeby Føroyar og frá Norðurlendska krabbameinsfelagnum. Meiri fæst at vita um treytir o.tíl. við at trýsta her.

 

At fáa krabbamein, kann raka meint. Tað rakar tey, sum eru sjúk, og eisini tey, sum varða av. Tað rakar okkum øll.

 

Høvuðsuppgávan hjá Krabbameinsfelagnum er at hjálpa og lætta um hjá teimum, sum hava krabbamein og hjá teimum, sum varða av. Millum annað við persónligum samrøðum, familjusamrøðum, rørslutiltøkum, hugnaløtum og ymsum samrøðubólkum. Hjálpargrunnurin hjá felagnum veitir eisini krabbameinssjúklingum fíggjarligan stuðul.

 

Krabbameinsfelagið kann stuðla, eina og aleina tí felagið fær stuðul. Tí Føroyar stuðla. Fólkið, vinnan, ja allar Føroyar.

 

Fyri støðugt at kunna veita stuðul – fíggjarliga, til at granska og ikki minst fyri at veita hjálp, tá ið hart leikar á – verður ‘Føroyar móti krabba’ aftur í ár. Set kross í álmanakkan 26. oktober, tí tá verður tað!

 

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim