Stuðla Bróstunum
Stuðla bróstunum
Í oktobermánað varpar Bót til Bata ljós á bróstkrabba. Í hesum sambandið er høvi at ogna sær smykkur og samstundis stuðla Bót til Bata, ið er bróstkrabbabólkur hjá Krabbameinsfelagnum.
Armband, hálsketa og oyraringar frá Verkstaðnum Vón
Verkstaðið Vón hevur sniðgivið og tilevnað hálsketu, armband og oyraringar við ljósareyðu bróstkrabbasloyfuni. Øll kosta tey kr. 100,- stk og fáast til keyps á hesum støðum:
- Hjá Finngerð Mikkelsen í Vági. Ringjast kann til Finngerð á telefon 271544.
- Á Tjaldurs Apotekið
- Á Suðuroyar Apotekið
- Í Sølubúðini á Landssjúkrahúsinum
- í The Body Shop í SMS
- í Østrøm
Oyraringar frá elsabech
Elsa Bech hevur sniðgivið einar avbera vakrar ljósareyðar oyraringar til frama fyri Bót til Bata. Oyraringarnir kosta kr. 200,- parið og fáast til keyps á hesum støðum:
- Á Eysturoyar Apotek
- Á Tjaldurs Apotekið
- Í Sølubúðini á Landssjúkrahúsinum
- í Østrøm í Havn
- Í HEMMAS í Gøtugjógv
Peningurin, ið kemur inn fer óskerdur til gransking í bróstkrabba og til arbeiði í Bót til bata. Bólkurin Bót til Bata er ein sjálvhjálparbólkur hjá Krabbameinsfelagnum, og er fyri kvinnur, ið hava ella hava havt krabbamein í bróstinum. Endamálið hjá bólkinum er at ráðgeva og stuðla kvinnum, sum fáa staðfest bróstkrabba.