Kom við Foreldrabólkinum ein túr við Norðlýsið
Kom við Foreldrabólkinum umborð á Norðlýsið
Kom ein túr við Norðlýsinum mikudagin 19. september. Vit sigla úr Vágsbotni kl. 17.00. Túrurin verður góðar 3 tímar. Vita fara ein túr til Nólsoyar ella út í Heystoynna við heimskenda skiparanum Birgir Enni.
Túrurin, sum Foreldrabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri, er fyri familjur at børnum, ið hava ella hava havt krabbamein og familjur, ið hava mist barn av krabbameini.
Umborð á Norðlýsinum verður okkurt leskiligt at fáa og komin á Havnina aftur fara vit øll á pizzabuffet í Pizza 67.
TILTAKIÐ ER ÓKEYPIS
Um hetta ljóðar sum nakað fyri tykkum, kunnu tit ringja til Krabbameinsfelagið á telefon 317959 ella senda okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo og melda til. Freistin er týsdagin 18. september kl. 12.00.