Ferðin til París er byrjað
Ferðin til París er byrjað
Í gjár, hósdagin 28. juni, fór Team Rynkeby Føroyar við Norrønu til Danmarkar, haðani tey skulu súkkla longu leiðina til París.
Tey byrjaðu túrin í Klaksvík, har forkvinnan í Krabbameinsfelagnum bar fram røðu. Úr Klaksvík súkklaðu tey út á Toftir og síðani til Havnar. Nógva staðni á vegnum varð nógv gjørt burtur úr, har var skipað fyri hátíðarløtum og súkklarar og hjálparfólk fingu nógv góð orð, og mangan góðan bita, við á leiðini. Komin til Havnar varð móttøka í Perluni har Ragnhild Joensen, sum sjálv hevur havt krabbamein sum smágenta, helt eina røðu.
Vit í Krabbameinsfelagnum ynskja tykkum eina góða og stuttliga ferð.
Røðan hjá Duritu Tausen, forkvinnu í Krabbameinsfelanum kann lesast her.
Røðan hjá Ragnhild Joensen kann lesast her.